tíðindaskriv
Vestnorden arts and crafts verður hildi í Laugardals-høllini í Reykjavík 16. - 19. september.
Stevnan var fyriskipað á fyrsta sinni Reykjavík í 2002. Við á stevnuni vóru fólk úr Kanada í vestri til Finnland og Baltisku londini í eystri. Málið við stevnuni er at vísa mentan og list á høgum støði í londunum í Vestnorðuri. Sjálvandi er lagt soleiðis tilrættis at høvi er hjá fólki at hittast, læra og hugtakað list úr øðrum londum. Somuleiðis er tað eitt mál at tá stevnan er farin afturum eru fólk komin at kennast og vónandi samskifta víðari um møguliga sølu av list og handverki.
Føroyingar hava verðið við til stevnuna fyrr. Hesuferð eru luttakararnir Vígdis Petersen, Helgi Joensen, Sirri og Tutl.
Vígdis sum er búsitandi í Keypmannahavn hevur á hesa stevnuni prýðislutir við sær, sí meiri um hvat hon fæst við á
www.vigdis.dk . Helgi sum býr í Norra er helst mest kendur fyri sínar skulpturar og tað er eisini tað hann hevur við við til Íslands. Sí nærri á heimasíðuni www.helgijoensen.no.
Suðuroyar Ullvirki er sum kunnugt einasta spunavirki í landinum sum spinnur føroyska ull. Sirri tilvirkar pløgg úr úr hesum tilfarinum. Nýggja heimasíðan www.sirri.fo er helst forvitnislig at leita á. Tutl gevur sum kunnugt tónleik út, teirra heimasíða er at finna á www.tutl.fo.
Meiri um skránna á stevnuni sæst á heimasíðuni
www.vestnordencrafts.com