Seinnapartin sunnudagin 10. februar, klokkan trý, skipa Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið fyri upplestrartiltakið við tveimum íslendskum og einum føroyskum høvundi.
Íslendsku høvundarnir eru Bjarni Bjarnason og Sindri Freysson. Báðir týðandi nøvn í íslendskum samtíðarbókmentum.
Bjarni Bjarnason (f. 1965) hevur , síðani hann legði fyri við yrkingasavninum Upphafið (Upprunin) í 1989 latið frá sær bæði skaldsøgur, stuttsøgusøvn og leikrit.
Í 2003 fekk hann eitt frambrot við skaldsøguni Andlit. Andlit sigur frá uppvaksttrar árunum hjá einum dreingi, ið fyri ein stóran part elur seg sjálvan upp flakkandi um Ísland og onnur lond m.a. Svøríki og Føroyar.
Í fjør gav Bjarni Bjarnason út bókina Bernharður núll um ein hvønndagsnjósnara, ið útinnir sítt virki á kaffistovum og barrum í Reykjavík. Stílurin hjá Bjarna Bjarnasyni hevur mangan dám av, at veruleiki og tað ævintýrkenda blandast saman.
Sindri Freysson (f. 1970) gav sína fyrstu bók út í 1992, tað var yrkingasavnið Fljótið sofandi konur. Síðani hevur hann latið frá sær leikrit, stuttsøgusøvn og tvær skaldsøgur: Augun í bænum ( Eyguni í býnum) og Flóttinn (Flóttin).
Flóttinn er ein vælskrivað bók, ið í mongum ger upp við tær hugmyndir, sum íslendska samfelagið hevur knæsett um seg sjálvt og síni viðurskifti við Hitler-Týskland bæði undan og undir øðrum heimsbardaga.
Føroyski høvundurin, sum fer at lesa saman íslendsku gestunum er : Carl Jóhan Jensen. Hann fer at lesa úr nýskjaldrum sínum.