Arnaldur Indriðason, Mýrin
Týtt: Kim Lembek, Nordmosen,
Forum, 2003
Ein eldri maður verður funnin dripin í síni kjallaraíbúð í Reykjavík. Ì skrivaraborðinum hjá manninum finnur politiið eina mynd av grøvini hjá eini smágentu, sum doyði 4 ára gomul í 1968. Tað vísir seg, at gentan var úrslitið av eini neyðtøku, og at myrdi maðurin var pápin. Hann varð ongantíð dømdur fyri neyðtøkuna, men hevði hann kanska framt fleiri? Og hví doyði tann lítla gentan?
Myndin førir detektivarnar Erlendur Sveinsson og Sigurdur Óli aftur til ein ræðuligan familjusorgarleik í eini døkkari fortíð og til ymisk løg í íslendska samfelagnum. Fyri Erlendur tykist tað sum, at málið verður ímyndin av lívsins óndskapi, sum ótálmaður breiðir seg, og har tað ónda vinnur á tí góða. Hann verður púra bitin av málinum og gloymir næstan, hvussu tað er at liva eitt vanligt lív.
Umframt at vera óvanliga spennandi og óhugnalig er Nordmosen ein framúr góð lýsing av lítla íslendska samfelagnum, har alt ikki er, sum tað sær út til at vera.