Íslendingur royndarvenur við HB

Nýggjur maður var til venjing hjá HB í dag

Brynjar Hlöðversson skal royndarvenja við HB hesa vikuna. 28 ára gamli miðverjin vandi við restini av liðnum í kavanum í Gundadali í dag. Sum skilst, so er hann ætlaður miðverjuni, har Jóhan Troest Davidsen hevur skift til NSÍ.

 

Sambært Transfermarket.com, so kann hann eisni spæla á verjukenda miðvøllinum. Hann hevur millum annað spælt við Leiknir í bestu deildini í Íslandi, men felagið er í løtuni í næstbestu deildini. Væntandi koma einir tveir spælarar afturat til hópin hetta kappingarárið.

 

Spælararnir runnu eina sokallaða BIP-test í dag. Maðurin, sum megnaði at renna longst var Ári Mohr Jónsson. Landsliðsbakkurin hevur skift til Sandnes í næstbestu deildini í Noregi, men venur við HB tað mesta av januar. Hann tykist væl fyri.

 

Nýggjur venjari í HB er Heimir Guðjónsson. Ari M. Olsen er aftur eftir at hava verið útleigaður til EB/Streym í seinnu hálvu í fjør. Síðani eru Dan í Soylu (EB/Streymur) og John Frederiksen (07 Vestur) komnir til.

 

Frágongdin er Jóhan Troest Davidsen (NSÍ), Rókur av Fløtum Jespersen (givin), Ári Mohr Jónsson (Sandnes Ulf, NOR) og  Øssur Dalbúð (NSÍ).