Íslendingur millum tey saknaðu í K2

Tríggir fjallaklintrarar eru saknaðir í Pakistan, eftir at teir royndu at koma upp á heimsins næsthægsta fjall, K2.

Pakistanskar hernaðartyrlur leita í dag, triðja dagin á rað, eftir trimum saknaðu fjallaklintrarum á K2, heimsins næsthægsta fjalli.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Teir tríggir saknaðu fjallaklintrararnir eru 45 ára gamli Muhammad Ali Sadpara úr Pakistan, 47 ára gamli John Snorri úr Íslandi og 33 ára gamli Juan Pablo Mohr úr Chile

Sadpara er ein av kendastu fjallaklintrarum í Pakistan. Hann hevur áður verið á átta av heimsins hægstu tindum.

Teir tríggir fjallaklintrararnir vóru seinast sæddir á einum stað, ið verður nevnt »Fløskuhálsurin«, sum er eitt av vandamestu økjunum á fjallinum.

20 ára gamli sonur Sadpara, Sajid Sadpara, var eisini við á túrinum, men hann var noyddur at venda við, tá iltmaska hansara brotnaði fríggjadagin. Hann bíðaði eftir pápa sínum og hinum í bólkinum um náttina uttan at frætta frá teimum.

– Eg hevði ljósið tendrað í tjaldinum, so teir kundu síggja tað, tá teir komu oman, segði hann sunnudagin við Reuters.

Hetta var onnur royndin hjá bólkinum at sleppa upp á K2 í vetur. Tað eru longu tríggir aðrir fjallaklintrarar, sum eru deyðir á K2 í ár.

K2 er eitt avbjóðandi fjall at klintra uppá, sjálvt um tað er lægri enn Mount Everest. Vindur kann vera meira enn 200 kilometrar um tímanan, og kuldin liggja um 60 minusstig.

Sambært amerikansku tíðindastøðini CNN hava fleiri enn 4.000 fjallaklintrarar megnað at komið upp á Mout Everest. Til samanbering er tað bara 350, sum hava nátt tindin á K2. Tað vísa tøl frá 2018.

Men tá Pakistan sum eitt av fáum londum undir koronukreppuni framvegis hevur landamørkini opin, hava fýra lið við 60 fjallaklintrarum roynt at komið upp á K2 í vetur. Tað er óvanliga nógv sambært tíðindastovuni AFP.

Í januar eydnaðist tað fyri fyrstu ferð einum bólki við tíggju fjallaklintrarum úr Nepal at koma upp á tað 8.611 metrar høga fjallið.

Í 2008 doyðu 11 fjallaklintrarar á K2 upp á bara tveir dagar.

/ritzau/