Íslendingur eigur heimsmetið

Guðjón Valur Sigurðsson hevur skorað fleiri mál í landsdystum í hondbólti enn nakar annar

Ísland vann í gjárkvøldið 26-24 ímóti Svøríki í EM endaspælinum í hondbólti, sum í hesum døgum er í Kroatia. Sigurin var tann fyrsti nakrantíð hjá íslendingum í EM endaspæli ímóti svium.

 

Íslendingar fylgja sera væl við, hvussu tað gongur teirra landsliði, og lagið er sum vera man gott í Reykjavík og kring alt landið. Nú verður í spenningi bíðað eftir næstu avbjóðingini, sum verður sunnukvøldið ímóti heimafavorittunum í Kroatia.

 

Merkisvert var tað í gjárkvøldið, at ein av íslendsku spælarunum setti met í at skjóta mál í landsliðshondbólti yvirhøvur. Talan er um 38 ára gamla Guðjón Valur Sigurðsson, sum ímóti Svøríki varð fyrsti spælarin yvirhøvur at skjóta 1800 mál í landsdystum.

 

Tað eru bara fýra spælarar, sum hava skorað fleiri enn 1500 mál. Umframt 38 ára gamla vinstra veingin hjá Íslandi eru tað Peter Kovacs úr Ungarn, sum hevur skorað 1797 mál, kanska best kendi íslendski spælarin nakrantíð Ólafur Stefansson, sum skoraði 1570 ferðir á landsliðnum og so danski vongurin Lars Christiansen.

 

Hetta er 21. ferðin, at Guðjón luttekur í endaspæli. Hann hevur verið við í átta HM kappingum, trimum OL kappingum, og hetta er tíggjunda ferðin, at hann luttekur í EM endaspælinum.

Íslendski liðformaðurin er føddur 8. august í 1979, og hann hevur verið á íslendska liðnum í øllum endaspølunum, sum Ísland hevur verið við í síðani EM endaspælið í januar 2000. Tá var kappingin eisini í Kroatia.

 

Í dag eru fýra dystir

Bólkur C

Týskland-Montenegro kl. 16.15

Makedonia-Slovenia kl. 18.30

 

Bólkur D

Spania-Tjekkia kl. 17.15

Danmark-Ungarn kl. 19.30