Íslendski forsætisráðharrin væntar, at forsetaskiftið í USA fer at styrkja sambandið millum Washington og Reykjavík Fleiri stjórnarleiðarar í Evropa vænta sær nógv av tí komandi amerikanska forsetanum, Barrack Obama, og teirra millum er íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde.
Í einari heilsan til tann komandi forsetan sigur Geir H. Haarde, at hann gleðir seg til at hitta Barrack Obama á næsta toppfundinum hjá NATO, og hann væntar, at sambandið millum Ísland og Hvítu Húsini verður styrkt eftir forsetaskiftið í Washington.
Íslendski forsætisráðharrin skrivar í heilsan síni, at úrslitið av amerikanska forsetavalinum er ein staðfesting av, at amerikanska fólkið vil hava broytingar.