Íslendingar vónsviknir av amerikanarum

 Vit eru sera mis­­nøgdir við, at ameri­kanararnir fara úr Keflavík, sigur Halldór Ásgrímsson, forsætisráðharri

Síðst í september fara tey fýra amerikonsku F-15 jag­araflogførini og tær báðar amerikonsku Sikorsky-bjarg­ingartyrlurnar av støðini í Keflavík, og saman við teimum fara næstan øll tey umleið 1200 amerikonsku starvsfólkini av støðini.
Amerikanski sendiharrin í Reykjavík hevur sagt, at tað er George W. Bush, forseti, sum hevur gjørt av at taka flogførini og tyrlurnar úr Íslandi, tí brúk er fyri teimum aðrastaðni.
Boðini fekk íslendski utt­anríkisráðharrin, Geir Haarde, frá amerikanska varauttanríkisráðharranum Nicholas Burns í telefonini mikukvøldið, og tey hava vakt stóran ans í Íslandi. Sam­bært einari avtalu frá 1951 hevur USA skyldu til at verja Ísland hern­aðar­liga, og tí eru nógvir ís­lendingar vónsviknir av, at amerikanararnir gevast við so stuttari freist.
 Vit eru sera misnøgd við amerikonsku avgerðina. Hetta styrkir ikki viðurskiftini ímillum londini. Soleiðis bera vinir og sameindir seg ikki at ímóti hvør øðrum, segði Halldór Ásgrímsson, forsætisráðharri, í gjár. Sam­stundis boðaði hann frá, at hann hevur gjørt av at senda Bush, forseta eitt bræv við kravi um eina frágreiðing úr Hvítu Húsunum. Halldór Ásgrímsson hevur eisini tos­að við leiðsluna í NATO um málið.
Sambært fjølmiðlunum eru nógvir íslendingar skelkaðir av amerikonsku avgerðini, tí íslendska stjórnin tók undir við amerikonsku innrásini í Irak, sjálvt um nógvir ís­lend­ingar vóru ímóti. Er hetta takkarlønin, spyrja nógvir íslendingar nú.