Íslendingar og norðhavssild

Íslendsk skip høvdu við endan av juli mánaða fiskað 65.000 tons av norðhavssild. Samlaða kvotan hjá íslendingum er 148.629 tons. Hetta merkir, at stívliga 83.000 vóru eftir av kvotuni, tá juli mánaður fór at halla. Skipini, sum higartil hava fiskað størsta partin av kvotuni, eru Sigurður, sum hevði fiskað 7.968 tons og Håkon, sum hevði fiskað 7.632 tons. Teimum í hølunum kom Krossey, sum hevði fiskað 7.113 tons.