Íslendingar keypa seg inn í føroyska Frost

Íslendska fyritøkan Frost hevur keypt 33% av partabrøvunum í tí føroysku køli- og frystifyritøkuni við sama navni. Hetta fer at gera fyritøkuna nógv betri fyri, tá tilboð skulu gevast uppá størrri arbeiði.

Sp/ Frost varð stovnað fyri 5 árum síðani. Eirikur S. Hansen úr Havn og Ólavur Durhuus úr Vestmanna stovnaðu felagið.
Teir eru báðir útbúnir kølimontørar og hava alt sítt lív arbeitt við køling í Føroyum, Danmark og Norra. Í felagnum arbeiða 4-5 fólk. Frost leverar køli- og frystiútbúnað til virki, skip og handlar.

Í gjár seldu Eirikur og Ólavur 33% av partabrøvunum til íslendska felagið við sama navni Frost. Endamálið við søluni er, at Frost í Føroyum fer at bjóða seg fram í samband við tey stóru køli- og frostprojektini í Føroyum í framtíðini.

Johannes Jensen er nevndarformaður í Frost, og hann er sera fegin um nýggja samstarvið við íslendingar, sum hann heldur fer at geva føroyska felagnum nógv fleiri møguleikar. Við tætta samstarvinum við Frost í Íslandi fær Frost í Føroyum vitan og orku til at átaka sær flestu uppgávur í Føroyum. Á industriella marknaðinum er nærum bert ein aktørur sum er. Nevndarformaðurin sigur, at Frost metir, at pláss eigur at verða fyri tveimum sterkum veitarum á industriella marknaðinum í Føroyum.

Tað er so heldur ikki ein og hvør, sum føroyska felagið nú er farið at samstarva við. Frost í Íslandi hevur nevniliga drúgvar royndir innan fiskivinnuna. Har arbeiða í dag umleið 30-35 fólk og eru teir størsti veitarin í Íslandi við
verkætlanum í Russlandi, Pólandi og aðrastaðni. 13 av starvsfólkunum hjá Frost í Íslandi, harímillum leiðslan, eiga 67% av felagnum.

Johannes Jensen sigur við Vinnusíðurnar, at Frost í Føroyum hevur valt at verða partur av globaliseringini, har landamørk ikki eru ein forðing, og har førleikin við vitan og kapasiteti verður munandi øktur frá at vera 4-5 starvsfelagar til at verða 35 starvsfelagar. Tað verður eisini talan um nógv størri trygd fyri kundarnar í Føroyum, tá Frost hereftir fer at geva tilboð og bjóða seg fram at gera arbeiði og veita tænastur, tá man hevur ein so stóran og sterkan íslendskan veitara aftanfyri seg.

Samstarv um innkeyp og tænastur fer tí eisini at betra um kappingarførið hjá Frost í Føroyum í framtíðini.

Størri bakland
Annar av føroysku eigarunum, Ólavur Durhuus, dylur ikki fyri, at hann er sera fegin um avtaluna teir hava gjørt við íslendska felagið. Hetta fer at geva teimum nógv betri møguleika á marknaðinum, tí við einum nógv størri baklandi ber til at bjóða uppá fleiri og størri uppgávur. Sjálvur heldur hann eisini tað er sera sunt við kapping á føroyska marknaðinum, og heldur fyri, at tað er pláss fyri fleiri fyritøkum av hesum slag, tí tað fer í síðsta enda eisini at gagna brúkaranum.

Hetta byrjaði annars hjá Leif Mohr, har teir báðir arbeiddu áður. Teir fóru so undir egið virki, sum nú er komið so mikið væl fyri seg, at íslendingar nú síggja stórar møguleikar at vera við í felagnum. Kappingin, sum Frost nú fer at taka upp við eitt nú fyritøkuna York, sum hevur verið nærum einsamøll á marknaðinum, verður um at bjóða uppá stórar verkætlanir og annars at kunna veita tænastur í sambandi við umvæling. Umframt handilsvinnuna ætla Frostmenninir eisini at bjóða seg fram í fiskiídnaðinum. Og her meta teir, at samstarvið við íslendingar kann koma sera væl við. Íslendingar sjálvir meta tað vera skilagott at samstarv við føroyska virkið, tí fyri teir er tað heilt náttúrligt at arbeiða í Føroyum. Teinurin at fara til kundan í Føroyum er ikki longuri enn farið verður til kundar í Íslandi.

Føroyska felagið Frost hevur havt góðan byrð seinastu árini. Á nýggjárinum var eginognin um 2,1 mió. Kr. Í ár vænta teir at fáa eitt gott ár, so um ársskiftið verður eginognin helst einar 3 mió. kr. Annars hevur verið trupult at fáa fólk til mongu uppgávurnar. Hetta kann samstarvið við íslendingar bøta um.

-Vit hava verið í Íslandi og hugt eftir teirra umstøðum. Teir hava høvuðsstøð í Akureyri, og má sigast, at hetta boðar frá góðum. Hetta samstarvið kann koma at tilføra okkum nógvar førleikar, tí íslendingar eru sera professionellir á hesum øki sigur Ólavur Durhuus við Vinnusíðurnar.