Íslendingar keypa aftur

Íslendingar samráðast nú um at keypa møblahandilsketuna Ilva. Ilva er upprunaliga danskt felag, men fyri fimm árum síðani keypti bretski kapitalgrunnurin Advent felagið. Hesi árini hevur felagið víðkað virksemið í Svøríki og Bretlandi, men úrslitið hevur verið so mikið vánaligt, at seinasta roknskaparár hevði Ilva 128 mió. krónur í halli, skrivar Berlingske Tidende.

Nú samráðast íslendingar um at keypa Ilva frá bretska grunninum. Kaupthing Bank váttar fyri Berlingaranum, at samráðingar eru um keypið.

Ilva hevur trý stór handilshús í Danmark. Tey eru í Lyngby, Ishøj og í Århus.