Íslendskir fjølmiðlar gera eisini burturúr, at Gunnar Nielsen var í málinum hjá Manchester City um vikuskiftið. Og tað er ikki av tilvild. Morgunblaðið skrivar, at Gunnar Nielsen er fyrsti føroyingurin, sum hevur spælt í Premier League, og so skundar blaðið sær at gera vart við, at Gunnar er ikki bara føroyingur, men eisini hálvur íslendingur.
Sagt verður, at Gunnar er føddur og uppvaksin í Føroyum, men at mamma hansara er íslendsk, ættað av Siglufirði.
Morgunblaðið skrivar, at Gunnar Nielsen hevur spælt tveir A-landsdystur fyri Føroyar, og blaðið heldur tað vera stuttligt, at báðir dystirnir vóru júst ímóti Íslandi og í Íslandi. Tann fyrri var í mars í fjør og tann seinni í mars í ár.
Blaðið skrivar, at Gunnar spældi sera væl í tí fyrra landsdystinum og átti ein stóran lut í, at føroyingar tá vunnu sín fyrsta A-landsdyst ímóti íslendingum.