Síðani 1930-ini hava føroysk og íslendsk fótbóltslið spælt nógvar venjingardystir ímóti hvørjum øðrum, men tá tað kemur til tær evropeisku kappingarnar fyri felagslið, so hava bara fýra uppgerðir verið millum eitt føroyskt og eitt íslendskt lið.
Uppgerðin ímillum FH og Víking í øðrum undanumfarinum í Champions League er tann fimta uppgerðin millum eitt føroyskt og eitt íslendskt felagslið í einari kapping hjá UEFA.
Tríggjar ferðir eru íslendingar komnir sigrandi burtur uppgerðini, og eina ferð eru føroyingar komnir sigrandi burtur uppgerðini. Í átta dystum er talan um fýra íslendskar sigrar, tríggjar javnleikir og ein føroyskan sigur.
Í 2013 manglaði tó lítið í, at HB kom víðari ímóti ÍBV í Europa League undankappingini. HB hevði megnað 1-1 í Vestmannaoyggjunum, og hevði við støðuna 0-0 eitt atgongumerkið til annað undanumfari, men stutt undan leikloki fekk ÍBV eitt brotsspark, sum tey, ið vóru til dystin ikki sóu sum eitt brotsspark. Tað setti ÍBV í netið og vann 1-0, og samanlagt 2-1.
Úrslitini eru hesi:
Champions League (2007) :
FH-HB 4-1
HB-FH 0-0
(FH vann samanlagt 4-1)
Europa League (2013) :
ÍBV-HB 1-1
HB-ÍBV 0-1
(ÍBV vann samanlagt 2-1)
Europa League (2011) :
ÍF-KR 1-3
KR-ÍF 5-1
(KR vann samanlagt 8-2)
UEFA Cup (2005)
ÍBV-B36 1-1
B36-ÍBV 2-1
(B36 vann samanlagt 3-2)