Í dag, sunnudagin 26. juni, hevur Guðni Th. Jóhannesson føðingardag. Hann varð føddur 26. juni 1968 og verður harvið 48 ár ídag.
Á gáttini til føðingardag sín staðfesti Guðni Th. Jóhannesson á midnátt íslendska tíð, at hann hevur vunnið forsetavalið, sum var leygardagin 25. juni, og at hann harvið verður næsti forseti íslendinga.
-Tað er ikki liðugt at telja upp, men sigurin er í havn, segði nýggi forsetin frammanfyri ovurfegnu viðhaldsfólkum sínum.
Tá ið knappliga 40 prosent av atkvøðunum vóru upptald á midnátt, var undirtøkan fyri Guðni Th. Jóhannesson 37,8 %, Halla Tómasdóttir 29,8 %, Andri Snær Magnason 14,4 % og Davið Oddsson 13 %.
Guðni Th. Jóhannesson verður sætti forsetin, síðani Ísland í 1944 loysti frá Danmark:
Sveinn Björnsson (1944-1952)
Ásgeir Ásgeirsson (!952-1968)
Kristján Eldjárn (1968-1980)
Vígdis Finnbogadóttir (1980-1996)
Ólavur Ragnar Grímsson (1996-2016)
Formliga verður Guðni Th. Jóhannesson forseti frá fyrsta august.










