Íslendingar høvdu valt stjórnina aftur

Íslendingar styðja stjórnina hjá Jóhonnu Sigurðardóttur, forsætisráðharra. Hevði altingsval verið í dag, høvdu íslendingar valt somu flokkar at halda fram í stjórnini. Ein spildurnýggj meiningakanning vísir, at teir báðir stjórnarflokkarnir høvdu fingið 53,2 prosent av atkvøðunum og 34 av teimum 63 tinglimunum.

Tað er tað sama, sum flokkarnir hava nú, men kanningin vísir kortini, at Samfylkingin hevði mist tveir tingmenn, sum hin stjórnarflokkurin, Vinstri grøn, hevði fingið.

Eftir kanningini hevði Samfylkingin fingið 28,7 prosent ímóti 29,8 á valinum í fjør, og tey vinstragrønu høvdu fingið 24,6 prosent nú ímóti 21,7 prosentum á valinum seinasta vár.

Sjálfstæðisflokkurinn hevði tó verið størsti flokkur í Altinginum við 31,1 prósentum ímóti 23,7 prosentum á seinasta vali.