Tey fyrstu íslendsku skipini eru nú farin at royna eftir makreli, og í gjár vóru tey góðar 30 fjórðingar suður úr Vestmannaoyggjunum.
Morgunblaðið skrivar frá einum av skipunum, at fiskiskapurin kundi verið betur, og harafturat er makrelurin heldur soltin.
Íslendska stjórnin hevur sett makrelkvotuna í ár til 145.000 tons, og av hesum hava uppsjóvarskipini fingið tey 105.000 út frá søguligum royndum. 110 størri før hava fingið makrelloyvi.