Hóast íslendingar hava havt tunfiskakvotu í fleiri ár, hava reiðaríini ikki víst hesum møguleikanum áhuga tey seinastu tíggju árini, men nú er greitt, at eitt skip fer á tunfiskaveiði seinni í ár.
Í árunum frá 1996 til 2002 royndu skip úr Japan eftir tunfiski í íslendskum sjógvi. Tað besta árið fingu tey umleið 2.200 tunfiskar, sum vigaðu 244 tons. Okkurt íslendskt skip royndi tá, men einki kom burturúr.
Í heyst fer skipið Stafness at royna eftir tunfiski í íslendskum sjógvi. Ætlanin er at royna sunnan fyri landið, har makrelskip onkuntíð hava fingið tunfisk í trolið. Eydnast royndin, verður tunfiskurin seldur til Japan, har tað ber til at fáa góðan prís fyri hann, skrivar Morgunblaðið.