Nýgg veiðihagtøl úr Íslandi vísa, at íslendsk skip hava fiskað tilsamans 162.037 tons av lodnu higartil í ár Samlaða lodnukvotan hjá íslendskum skipum í ár er 232.116 tons, og soleiðis eru eini 70.000 tons eftir at fiska.
Skipini, sum hava fiskað størstu nøgdirnar, eru Márgret, sum hevur fiskað heili 20.324 tons og hevur 12.012 tons eftir. Børkur hevur fiskað 11.196 tons og hevur stívliga 12.000 tons eftir.
Samlaða lodnuveiðan hjá íslendskum skipum higartil í ár er 162.037 tons.
Noreg eigur tilsamans 29.055 tons eftir av síni lodnukvotu í ár, skrivar FiskeribladetFiskaren.