Í løtuni verður ein av hvalunum, sum seinastu dagarnar hevur ligið í Sundalagnum, sleipaður á Hvalastøðina við Áir.
Talan er um hvalin, sum hevur ligið við Norðskála, og sum doyði í gjáranáttina. Hetta er hvalurin, sum hevur heilan undirkjaft.
- Av teimum fýra augustunum eru tveir deyðir. Umframt hvalin, ið verður sleipaður til Áir nú, er ein annar hvalur deyður. Tann hvalurin, har onkur hevði skorið undirkjaftin av, er nú rikin norðureftir, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur.
Enn eru tveir hvalir á lívi.
- Annar av hesum hvalunum liggur úti fyri Ljósá. Hin, sum hevur verið sunnan fyri brúnna, er farin longri út, og tann hvalin vita vit ikki so nógv meira um, sigur Bjarni Mikkelsen.