Slavisa hevur góðar vónir um Fleyr (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við leikandi venjarin hjá Fleyr, Slavisa Tomic sum er úr Serbia

- Eg havi spælt flogbólt í 17 ár, og eg vóni av hjarta, at eg kann læra ungu leikarararnar nakað. Orðini eigur leikandi, serbiski venjarin hjá Fleyr, Slavisa Tomic.

 

Slavisa Tomic sigur seg trívast væl í Føroyum, og hann heldur, at tað er framúr vakurt í Føroyum.

 

Hann er spentur uppá komandi kappingarárið, og hevur góðar vónir í FM-stríðnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Slavisa Tomic aftaná FK-kappingina.