Slapp við lívinum úr gosfjallinum

Hendingin fór fram seinasta hóskvøld, tá ein 32 ára gamal amerikumaður mundi enda sínar dagar niðri í gosfjallinum á Hawaii.

 

Ein amerikanskur hermaður var meira enn heppin, tá hann herfyri datt niður í Kilauea-gosfjallið á Hawaii. Hetta er eitt gosfjall, sum alla tíðina er virkið, men tað er ikki altíð, at tað goysir. Viðhefta mynd, sum er tikin í fjør summar, vísir, hvussu her kann síggja út.

Amerikanski hermaðurin, sum var á staðnum, hevði hug at síggja niður í gosfjallið. Fólk sóu hann fara upp um eina gyrðing, missa fótafestið og detta niður av tromini og niður í gosfjallið.

Hendingin fór fram seinasta hóskvøld, tá hin 32 ára gamli mundi enda sínar dagar niðri í gosfjallinum. Heilt óvæntað yvirlivdi hann ógvusligu hendingina og stóra fallið - men við stórum likamligum løstum.

Í einum tíðindaskrivi skrivar náttúrulundin, sum er um hesar leiðir, at tað vóru tyrlur og sløkkilið, sum bjargaðu manninum upp úr aftur gosfjallinum. Tað vóru fólk, sum sóu mannin fara um gyrðingina og missa fótafestið, sum boðaðu myndugleikunum frá.

Umleið hálvan triðja tíma efir, at fráboðanir komu um hendingina, varð maðurin bjargaður. Hann var dottin 21 metrar niður í gosfjallið og varð lendur á einum flúri. Annars er dýpið í gosfjallinum fleiri ferðir so stórt.

- Maður hevur tað merkiliga gott eftir hendingina, men tað er bara tíðin, sum kann vísa, hvussu hann sleppur frá hendingini, og hvussu stórir skaðarnir eru, sigur sløkkiliðsleiðarin, Matthias Kusch í Hawaii County, við lokalblaðið, Hawaii News Now.