Ein bilførari slapp rættiliga væl burtur úr einum rættiliga ógvusligum óhappi í gjár. Ein bilførari í Eysturoy var farin út í tún at fáast við eitthvørt í sambandi við bilin, men so fór bilurin á rull.
Tað, sum løgreglan veit higartil er, at bilførarin royndi at sleppa inn í bilini fyri at bremsa – men tað miseydnaðist. Har er nokk so bratt, og eitt sindur høgt av, so bæði bilur, og bilførari, fóru oman av. Bilurin endaði á takinum og beinini á bilførararnum komu í klemmu undir bilin.
Sløkkiliðið mátti á staðið at fáa bilføraran leysan. Hann var førdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at hann var heppin, tí hann hevði at kalla ongan skaða fingið. Men hann kom at liggja eina løtu í klemmu, so hann var rættiliga kaldur. Tað var tað einasta, men tað var væl sloppið.
Løgreglan sigur, at bilførarin dugir ikki at siga, hví bilurin fór á rull og tí er bilurin nú sendur á Akstovuna til kanningar, serliga fyri at vita um hann hevur ein tekniskan feil.
Annars tók løgreglan eisini ein bilførara í nátt fyri at koyra við kenning.











