Ein maður slapp í gjár sera væl frá einum álvarsligum óhappi, tá ið hann var við einum ferðalagi í fjøllunum omanfyri Klaksvík í gjár.
Løgreglan sigur, at hann hevði sett seg á eggina á einum hamara at hvíla seg, men av einhvørjari orsøk fór hann útav.
Hamarin var bara tveir metrar høgur, men maðurin fór kortini bóltandi einar 50 metrar oman ígjøgnum brekkuna undir hamarinum.
Maðurin vísti seg ikki at fáa so álvarsligan skaða, men hann bløddi í høvdinum.
Boðað varð frá óhappinum og niðurstøðan var, at tyrlan skuldi koma eftir manninum og hann varð fluttur á Landsjúkrahúsið til kanningar.
Tey vita ikki, hví hann fór útav hamarinum og tað, løgreglan veit, er hann ikki sjálvur rættiliga greiður yvir hvat var hent.