Klokkan 20.54 í gjárkvøldið kom eldur í eini eldri sethús í Vági. Í fyrstani varð hildið, at eldur var í el-handlinum hjá Gudmundi Larsen, men so var ikki.
Gudmund Jacobsen, innsatsleiðari í Vági, sigur, at tá sløkkiliðið kom á staðið, var ungi maðurin, sum einsamallur búði í sethúsunum, sloppin út gjøgnum eitt vindeygað.
- Vit skiltu, at onkur hevði hjálpt honum út. Maðurin hevði fingið nakað av royki í seg og varð fluttur á sjúkrahús. Eftir hvat vit hava skilt, hevur hann tað hampiliga gott.
Innsatsleiðarin sigur, at tað fyrsta, sum sløkkiliðið gjørdi, áðrenn farið varð undir at sløkkja eldin í sethúsunum, var at tryggja nærmastu húsini í grannalagnum.
- Húsini, sum eldur var í, standa í tættbygdum øki miðskeiðis í Vági. Vit sóu skjótt, at her var nógvur eldur, og tí varð í fyrsta lagi umráðandi at tryggja, at eldurin ikki breiddi seg til onnur hús.
Gudmund Jacobsen sigur, at tey gomlu húsini eru illa farin av eldi, og tað tók sína tíð, áðrenn eldurin var sløktur.
- Eg haldi, at klokkan var um 01, áðrenn vit kundu staðfesta, at eingin eldur var meiri í húsunum, sigur innsatsleiðarin í Vági.
Hann heldur, at húsini eru farin so mikið illa, at tey neyvan verða til hús aftur - uttan so, at tey fyrst verða rivin niður og síðan bygd uppaftur.









