Tá ein norðurkoreanskur hermaður fór yvir um markið til Suðurkorea tann 2. oktober, segði suðurkoreanska verjan, at hennara hermenn høvdu hildið eygað við manninum, meðan hann nærkaðist markinum og fór yvir um tað.
Men í gjár noyddist suðurkoreanskir varaverjumálaráðharrin, Kim Kwan-Jim, at viðganga, at teir suðurkoreonsku hermenninir á markinum høvdu ikki ánilsi um, at tann norðurkoreanski hermaðurin var komin inn um markið.
Ein kanning hevur avdúkað, at tann 22 ára gamli norðurkoreanin fór fyrst til eitt vaktarhús hjá suðurkoreanska herinum, men hóast hann bankaði fleiri ferðir, kom eingin út ímóti honum. Hann var tí farin til eini onnur hús, og tá bar til.
Í suðurkoreonsku herleiðsluni undrast menn á, at tann norðurkoreanski hermaðurin slapp óskalaður og ósæddur tvørtur um markið, sum er vart við alskyns tøkni, einum ótali av landminum umframt hermonnum, sum hava til uppgávu at halda vakt við markið.