Slapp ótrúliga væl frá arbeiðshóhappi

Ein arbeiðsmaður á einum virki í Kollafirði skal meta seg sjálvan at vera ómetaliga hepnan eftir eitt arbeiðsóhapp í gjár.

 

Løgreglan í Havn sigur, at hann var farin undir eitt flutningsband at arbeiða.

Men so hendi tað sum ikki má henda: Bandið tók í ermuna og tók mannin við sær runt.

 

Armurin fór runt um ein av valsunum.

 

Men til alla lukku fyri mannin, vóru eisini onnur fólk í hølunum.  Tey hoyrdu rópini og fingu trýst á neyðknøttin, so at flutningsbandið steðgaði.

 

Løgreglan sigur, at maðurin fór á Landssjúkrahúsið, men illgruni er um, at armurin er brotin.

 

Men Løgreglan sigur, at hann var ómetaliga heppin, at hann ikki var einsamallur, tí so hevði hann neyvan sloppið so væl frá tí.

 

Løgreglan sigur, at Arbeiðseftirlitið varð boðsent, men fyribils bendir alt á, at øll trygdarviðurskiftini vóru ílagi.

 

Men enn einaferð má staðfestast, at tað eru óráð at arbeiða upp á eitt flutningsband, fyrr enn tað er steðgað ...