Klaksvíkar Býráð samtykti í kvøld, at borgarstjórin kann røkja tingsess, men ikki uttan mótmæli.
Tá atkvøðast skuldi, fór borgarstjórin út, og Signhild Johannesen virkaði sum borgarstjóri, og varafólk kom inn.
Men innan atkvøðast kundi, hvørt Jógvan Skorheim skuldi sleppa at røkja tingsess, umframt at vera borgarstjóri, vóru viðmerkingar og frámæli.
Gunvá við Keldu vildi vita, hvat tað merkti, at ynski borgarstjórans var at røkja tingsessin eftir tørvi. Men Signhild Johannesen segði seg ikki vita nærri frágreiðing um hetta.
Steinbjørn O. Jacobsen helt vera løgið, at byrja við júst hesum málinum, tó at hann hevði væntað, at málið kom fyri, um enn ikki beinanvegin. Hann legði dent á, at hann - enn sum áður, er ímóti hesum.
Gunvá við Keldu skilti ikki, at borgarstjórin metti seg hava tíð og orku at røkja bæði størvini, og segði seg ikki atkvøða fyri hesum.
Signhild Johannesen, virkandi borgarstjóri hesa løtuna, helt, at veljarin visti, at hetta var ynski borgarstjórans, og at demkratiið tí hevði talað.
Steinbjørn O. Jacobsen helt, at kanska var talan um taktiskt spæl, tí løgtingsval verður áðrenn býráðsval, og hann heitti á býráðið um ikki at taka undir við uppskotinum um at loyva borgarstjóranum at røkja løgtingsess, umframt at vera borgarstjóri.
Atli S. Jutinussen segði seg vera samdan við undanfarnu røðarum, og var í iva um, nær borgarstjórin fór at vera tøkur hjá býráðslimum og borgarum. Tí vildi hann vita, hvørt avtala var gjørd millum Jógvan Skorheim og Signhild Johannesen um, at hon røkti borgarstjórasessin, tá borgarstjórin ikki var tøkur.
Ongin avtala er um hetta, segði Signhild Johannesen, og so vóru ikki fleiri viðmerkingar, og atkvøðast kundi, og endaði atkvøðugreiðslan við, at Jógvan Skorheim nú sleppur at røkja tingsess, umframt borgarstjórasessin. Hetta noktði undanfarna býráðssamgonga honum.
Seks atkvøddu fyri og fimm ímóti.










