Íslandsvinir á føroyska landsliðnum

Íslendska Morgunblaðið staðfestir á síni heimasíðu, at ikki færri enn fýra "Íslandsvinir" eru á føroyska A-landsliðnum, sum byrjar dystin ímóti Íslandi í Reykjavík í kvøld.

 

Teir fýra eru Jónas Tór Næs, sum spælir við Vali, Pól Jóhannus Justiniussen, fyrrverandi spælari hjá Vali, Fróði Benjaminsen, fyrrverandi spælari hjá Fram og Símun Samuelsen, sum fyrr hevur spælt við besta liðnum hjá Keflavík, og sum Morgunblaðið umrøður sum "kantmannin skemtilega".

 

Á myndini, sum er úr Morgunblaðnum, sæst Jónas Tór Næs í leikbúnanum hjá Vali.