Ísland vann bronsu

Ìsland vann EM-bronsudystin 29-26 yvir Póllandi.

 

Ìslendska liðið hevði sannan uppvísning í fyrra hálvleiki, tá teir vóru á odda 18-10.

 

Alt mundi rapað í seinna hálvleiki. Pólland fekk bóltarnar inn, og Ìsland fekk bara trý mál fyrsta korterið av seinna hálvleiki. Slawomir Szmal tók næstan allar royndir sum komu ímóti pólska málinum.

 

Men so bjargaði Hreiðar Guðmundsson frá hond, og hann átti sín stóra lut í, at Ìsland tryggjaði sær bronsu. Og tá so Guðjón Valur Sigurðsson skoraði til 29-26 vildi gleðin ongan enda taka.

 

Talan er um annað heiðursmerki íslendingar vinna í einum endaspæli. Tað fyrra heiðursmerki var OL-silvur í 2008. Aftaná nógvu neiligu umtaluna Ìsland hevur fingið seinasta hálvtannað árið, orsaka av Icesave-málinum og búskaparliga skrædlinum, so kom tað á eitt ógvuliga turt stað at vinna EM-bronsu.

 

Íslendski forsetin, Òlafur Ragnar Grímsson var staddur í Wiener Stadthalle, og hann skein sum ein sól, tá bronsan var tryggjað.

 

Íslendsku málskjúttarnir :

 

Guðjón Valur Sigurðsson 8

Róbert Gunnarsson 6

Snorri Steinn Guðjónsson 4

Arnór Atlason 3

Ólafur Stefánsson 3

Aron Pálmarsson 2

Ingimundur Ingimundarson 2

Alexander Petersson 1

 

Pólsku málskjúttarnir :

 

Bartosz Jurecki 4

Tomasz Tluczynski 4

Michal Jurecki 4

Krzysztof Lijewski 3

Mateusz Jachlewski 3

Tomasz Rosinski 2

Patryk Kuchczynski 2

Bartlomiej Jaszka 2

Mariusz Jurasik 1

Marcin Lijewski 1

 

Portalurin ynskir íslendska hondbóltslandsliðnum, og tí íslendsku tjóðini hjartaliga tillukku við EM-bronsuni.