Ìsland tekur seg úr NASCO (The North Atlantic Treaty on Salmon Conservation Organisation), ið er felagsskapurin, sum vil verja laksastovnin í Norðuratlanshavinum, skrivar mbl. - 26. juni boðaði Ísland frá, at teir fara úr NASCO. Felagsskapurin varð stovnaður í Reykjavík í 1982. Útmeldingin er galdandi frá ársskiftinum 2009/2010.
Harvið missir NASCO eitt av sínum sjey limalondum, sum eru: Kanada, Danmark (fyri Føroyar og Grønland), ES, Ísland, Norra, Russland og USA.
Fíggjarkreppan er orsøkin til at Ísland sigur felagsskapinum farvæl, sigur stjórin á íslensku fiskivinnuumsitingini, Ingimar Johannsson, hann sigur, at tað kostar íslendingum 20 mill. Ísl.kr. hvørt ár, at verða í NASCO.