Tað kemur íslendingum væl við, at toskakvotan í Barentshavinum verður økt 20 prosent Norðmenn og russar samdust í síðstu viku um at økja toskakvotuna í Barentshavinum 20 prosent, eftir at ICES hevur boðað frá, at stovnurin er betur fyri enn hildið.
Íslendska blaðið Vísir skrivar í dag, at eftir semjuni millum russar og norðmenn sleppa íslendsk skip at fiska næstan 10.000 tons av toski í Barentshavinum næsta ár. Íslendingar eiga smá tvey prosent av heildarkvotuni.
Blaðið leggur afturat, at hækkingin kemur teimum reiðaríunum, sum hava fiskirættindi í Barentshavinum, væl við.