Ísland stóð fyri sensatiónini

EM 2016: Ímóti øllum oddsum tryggjaði Ísland sær í kvøld eitt ótrúligt stig móti Portugal

Landið, sum flest føroyingar tykjast at hava áhuga fyri undir hesum EM-endaspælinum, nevniliga Ísland, hevur í kvøld spælt fyrsta dystin undir einum EM-endaspælið nakrantíð.

 

Og lagt er upp til stóra veitslu í Reykjavík í kvøld. Ísland stóð nevniliga fyri størstu sensatiónini higartil undir EM endaspælinum, tá teir spældu javnt móti portugisisku favorittunum.

 

Hóast Portugal var á bóltinum meira gjøgnum allan dystin, stríddist Ísland manniliga, og vóru fleiri ferðir vandamiklir uppá skjótálop.

 

Tað vóru tó Portugal sum løgdu seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki við máli frá Luis Nani.

 

Men ótrúligt nokk eydnaðist tað Íslandi at javna tíðliga í seinna hálvleiki. Birkir Bjarnason skoraði íslendska málið, tá hann slapp at standa púra leysur eftir innlegg úr íslendsku høgru síðuni. Hann skrivaði sostatt íslendska fótbóltssøgu, tí hann er nevniliga íslendingur sum nakrantíð hevur skotið eitt mál til eitt EM-endaspæl.

 

Portugal legði tað sum eftir var av dystinum eitt trýst á Ísland, men Ísland hevði í fleiri førum vandamiklar møguleikar til at leggja seg á odda.

 

Samanumtikið var tað ikki óuppiborið at Ísland heldur sensatiónelt fekk stig móti portugisisku favorittunum í kvøld.

 

Portugal – Ísland 1-1 (1-0)

1-0         Nani, 33.

1-1         Birkir Bjarnason, 50.