Ísland hevur skakað fótbóltsheimin enn einaferð. Grannar okkara fyri vestan hava í kvøld spælt seg til HM-endaspælið fyri fyrstuferð í landsliðssøgu Íslands.
Kravið var ein heimasigur ímóti Kosovo, sum undan dystinum einans hevði vunnið sær eitt stig. Ísland kundi eisini klárað seg við minni, men tað hevði kravt, at Kroatia snávaði ímóti Ukreina.
Ísland lat tó ongan iva vera og greiddi sjálvt setningin. Gylfi Sigurðsson syrgdi fyri einari 1-0-hálvleiksleiðslu til heimaliðið á Laugardalsvöllinum í Reykjavík.
Í seinna hálvleiki frættist, at Kroatia hevði lagt seg á odda 1-0. Hesa løtuna kundi Ísland tí missa endaspælsplássið, um Kosovo nú fekk skorað, men so var ikki.
Heldur var tað eyðsýndi Everton-leikarin, Gylfi Sigurðsson, sum eftir eitt frálíka væl spælt álop fann Jóhann Berg Guðmundsson, ið gjørdi tað til 2-0.
2-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið, og sum vinnari av bólki I hevur Ísland nú spælt seg til HM-endaspælið í Russlandi næsta summar.