Um stutta tíð verður íslendska stjórnin broytt, soleiðis at ráðharrarnir fækka úr níggju í átta. Tað kunngjørdi Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, tá Altingið nú um dagarnar fór aftur til arbeiðis eftir jóla- og nýggjárssteðgin. Hon segði tó einki um, hvør ráðharri skal úr stjórnini, ella hvønn dag tað verður.
Hetta er triðju ferð, at sitandi samgonga skerjir ráðharratalið. Fyri einum ári síðani fóru tveir ráðharrar úr stjórnini, uttan at nakar kom í teirra stað, og nú um ársskiftið bleiv stjórnin aftur broytt, tá ein ráðharri fór burturav afturat.
Tá sitandi stjórn tók við valdinum, hevði Ísland 12 ráðharrar, men um stutta tíð vera teir átta ella ein triðing færri.










