Olympiska søga Íslands er heili 108 ára gomul. Fyrstu ferð íslendingar tóku lut á olympisku summarleikunum var í London í 1908. Íslendingar hava sent ítróttarfólk til allar olympiskar summarleikir síðani 1936, og til allar olympiskar vetrarleikir síðani 1948, undantikið veturin 1972.
Hesaferð sendir Ísland átta íðkarar avstað til olympisku summarleikirnar í Rio í Brasil. Tíverri megnaðu íslendsku hondbóltsmennirnir ikki at spæla seg til olympiska endaspælið á hesum sinni.
Ásdís Hjálmsdóttir, Aníta Hinriksdóttir og Guðni Valur Guðnason fara at kappast í frælsum ítrótti á olympisku summarleikunum í Rio. Irina Sazonova fer at umboða Ísland í Fimleiki, og Árni Jónsson fer at kappast í judo. Anton Sveinn Mckee, Eygló Ósk Gústafsdóttir og Hrafnhildur Lúthersdóttir (myndin) fara at kappast í svimjing.
Hrafnhildur Lúthersdóttir er besta boðið uppá eitt íslendskt heiðursmerki. Fyrr í ár vann Hrafnhildur Lúthersdóttir EM-silvur í 50 metra bringusvimjing, EM-silvur í 100 metra bringusvimjing, og EM-bronsu í 200 metra bringusvimjing á EM-stevnuni í London.
Ísland hevur í søguni vunnið fýra olympisk heiðursmerki. Øll er vunnin á summarleikum. Í Melbourne í 1956 vann Vilhjálmur Einarsson silvur í trístøkk, og fór í søguna, sum fyrsti íslendski vinnarin av einum olympiskum heiðursmerki. Í Los Angeles í 1984 vann Bjarni Fríðriksson bronsu í judo, og í Sidney í 2000 vann Vala Flósadóttir bronsu í stangarlopi. Í 2008 vunnu íslendsku hondbóltsmennirnir silvur á olympisku summarleikunum í Beijing.
Olympiska viðurkenningin hjá Íslandi gevur eisini Íslandi møguleikan at taka lut í evropeisku smátjóðaleikunum, sum eru fyri olympiskar tjóðir, sum hava eitt íbúgvaratal, sum er undir eina miljón íbúgvar. Í 2015 var Ísland vertur fyri leikunum. Hini londini, ið kappast í evropeisku smátjóðaleikunum eru Montenegro, Kýpros, Liktinstein, Andorra, Monako, Malta, Luksemborg og San Marino.
Føroyar eru avskornar frá at taka lut á evropeisku smátjóðaleikunum vegna okkara manglandi olympisku viðurkenning. Síðani 10. desember í 1992 hevur altjóða olympiska samgongan, IOC kravt, at nýggj limalond skulu verða lond, sum eru ein suverenur statur, og eru limir í Sameindum Tjóðum. Smátjóðaleikirnir høvdu annars verið ein góð avbjóðing hjá okkara ítróttarfólkum.
Olympisku summarleikirnir í Rio í Brasil verða hildnir 5. til 21. august.