Ísland krevur munnbind eftir nýggja smittu

Frá í dag at rokna setir Ísland strangari krøv í royndini at steðga nýggjari koronusmittu.

Frá í dag at rokna er tað eitt krav at hava munnbind umborð á ferjum og innanríkisflogførum í Íslandi.

Tað er sum liður í strangari tiltøkum í royndini at forða nýggjari smittu av koronuvirus.

Tað skrivar íslendska stjórnin í tíðindaskirvi.

Í síðstu viku vóru 31 nýggir smittutilburðir váttaðir í Íslandi, men talið í gjár var 11. Tað er tað hægsta talið av smittaðum upp á eitt samdøgur síðani 19. apríl.

– Fyri at minka váðan fyri enn eini spreiðing av smittuni í samfelagnum eru vit noydd at kunna kanna tíðliga, spora smittuspreiðingina, fáa persónar í vanda fyri koronuvirus í sóttarhald og seta í verk sosialar avmarkingar, sigur smittufrøðingurin Thorolfur Guðjason í tíðindaskrivinum.

Frástøða upp á tveir metrar verður kravd. Tá hendan frástøða ikki kann haldast, verður kravt at brúka andlitsmasku.

Umframt á ferðum til vants og til lands kann tað eisini vera hjá hárskera, vøddamýkjara og líknandi tænastum.

Søvn, náttklubbar og onnur, sum hava alment opið, har reglan um tveir metrar frástøðu ikki kann haldast, eiga at steingja fyribils, skrivar stjórnin. Barrir og matstovur skulu steingja fyri klokkan 23.

Ísland linkaði avmarkingarnar fyrst í mai. Síðst í mai kundi landið sum annað landið í Evropa eftir Letland lata dyrnar upp á diskotekum og barrum við upp til 200 gestum.

Tá boðaði Ísland frá, at tey høvdu tamarhald á koronuvirusinum.

Tilsamans eru 1872 persónar í Íslandi kannaðir positivir fyri koronuvirus. Av teimum eru 39 í løtuni í sóttarhaldi við smittu, meðan 1823 er frískir aftur. Tíggju koronusjúklingar í Íslandi eru deyðir.

/ritzau/