ES skal hava nýggjan fiskivinnupolitikk og kann í tí høpinum læra okkurt av íslendingum ÍFiskivinnukommiserurin hjá ES, Jan Borg, skrivar í einari blaðgrein, at Evropasamveldið eigur at lurta eftir øllum góðum ráðum, nú arbeitt verður við at leggja ein nýggjan fiskivinnupolitikk til rættis.
Kommiserurin skrivar, at fiskiflotin hjá ES-londunum er ov stórur, og at veiðitrýstið er ov stórt. Tí er neyðugt við nýggjum reglum, og í hesum sambandi noyðast londini at taka avgerðir, sum fara at níva, skrivar hann.
Jan Borg, sum er av Malta, heldur, at ESeigur at taka ímóti øllum góðum uppskotum og ráðum, og hann heldur, at samveldið eigur at fáa gagn av royndum íslendinga á fiskivinnuøkinum.