Fær ES eina umsókn um íslendskan limaskap, fær umsóknin nógv skjótari viðgerð, enn umsóknir úr øðrum londum vanliga fáa Búskaparviðurskiftini í Íslandi gera, at landið fær sersømdir, um tað søkir um limaskap í Evropasamveldinum.
Tað stendur at lesa í The Guardian í dag.
Har sigur Olli Rehn, upptøkukommiserur, at fær Bruxelles eina umsókn um nakrar mánaðir, kann Ísland fáa limaskap í ES longu í 2011 saman við Kroatia.
Sambært íslendskum fjølmiðlum verður úrslitið av komandi altingsvalinum avgerandi fyri, hvørt Ísland fer at søkja um limaskap í ES ella ikki.