OL
Millum kl. 12.15 og 14.00 íslendska tíð verður neyvan nógv ferðsla á íslendsku vegunum, tí tá - kl. 13.15 føroyska tíð - byrjar hálvfinalan millum Ísland og Spania. Tvær ferðir hevur Ísland verið í einari hálvfinalu í einum endaspæli fyri A-landslið. Fyrra ferðin var, tá OL var í Barcelona í 1992, onnur ferðin var tá EM var í Svøríki í 2002. Báðu ferðirnar tapti Ísland hálvfinalurnar og seinni eisini bronsudystin.
Í OL í 1992 tapti Ísland 19-23 ímóti SNG í hálvfinaluni, og 20-24 ímóti Fraklandi í bronsudystinum. Nú vónar íslendski almenningurin, at Óli Stef og hinar tjóðarhetjurnar kunnu koma eitt stig longur, og koma heim aftur við einum heiðursmerki.
Ísland hevur neyvan havt betri málverja, enn Páll Gústavson, og fleiri enn Ólafur Stefánson hava tikið ábyrgd á vøllinum. Roknar ein dystin ímóti Korea frá, so hava íslendingar skorað 30 mál ella fleiri í 5 av 6 dystum á olympisku summarleikunum í Beijing. Vónandi eru íslendingar eins raskir at skjóta mál ímóti spaniólum í dag.