Sum tað fyrsta landið á okkara leiðum ætlar Ísland nú at forða fyri, at tess borgarar kunnu síggja pornografiskt tilfar á internetinum.
Innanríkisráðharrin, Ögmundur Jónasson (myndin), ber ótta fyri, at tað pornografiska tilfarið á internetinum skal fáa óhepnar avleiðingar fyri børn og ung, og tí hevur hann sett ein arbeiðsbólk at finna eina loysn, sum skal útihýsa øllum internet-porno.
Tað skrivar bretska blaðið Daily Mail.
Ein loysn, sum verður umhugsað, er at útiloka allar internetadressur, sum vísa porno. Ein onnur loysn kann vera at gera tað ólógligt at brúka íslendsk gjaldskort til pornosíður.
Tað er bannað at gera og at selja pornografiskt tilfar í Íslandi.