Ísland fær ikki evruna uttan ES-limaskap

Íslendingar kunnu ikki brúka evruna sum gjaldoyra, uttan at landið fer upp í Evropasamveldið, sigur ES-samráðingarleiðarin Percy Westerlund

Tey ótryggu búskaparviðurskiftini í Íslandi teir seinastu mánaðirnar hava elvt til orðaskifti um íslendka tilknýtið til ES og tað evropeiska gjaldoyrað, evruna. Millum annað hevur verið nevnt, at Ísland hevði fingið stóran ágóða av at fáa sær evruna til gjaldoyrað, sjalvt um landið framhaldandi verður uttan fyri ES. Men tað gongur ikki.

-Tað ber ikki til at seta evruna í gildi sum gjaldoyra uttan limaskap í ES, sigur ES-samráðingarleiðarin Percy Westerlund við Morgunblaðið.

Summir íslendskir politikarar hava sagt, at Ísland eigur at kunna fara upp í evrusamstarvið á sama hátt, sum landið er uppi í schengen-samstarvinum. Men hesi viðurskifti kunnu ikki samanberast, sigur Percy Westerlund.

-Handan leiðin kemur als ikki upp á tal,sigur hann við Morgunblaðið.