Tað gongur væl hjá Íslandi í manshondbóltinum á teimum olympisku leikunum í London.
Í gjárkvøldið spældu íslendingar ímóti fransmonnum, sum av fleiri verða mettir millur favorittarnar at vinna kappingina. Dysturin gjørdist sera spennandi, men endin var, at íslendingar vunnu við 30 málum ímóti 29. Støðan í steðginum var 16-15 til Frakland.
Liðini fylgdust allan vegin. Í síðsta minutti komu íslendingar framum, og tá knappliga 20 sekund vóru eftir, fingu fransmenn bóltin, men tað eydnaðist teimum ikki at javna.
Summir fjølmiðlar undrast á, at teir íslendsku AG København-spælararnir tykjast so væl upplagdir, hóast arbeiðsgevari teirra er farin á húsagang, og teir tískil eru arbeiðsleysir. Eisini í dystinum ímóti fransmonnum spældu Ólaf Stefánsson, Arnór Atlason og Snorri Guðjónsson væl.










