FÓTBÓLTUR
Tað ráddi um at fáa dystin avgreiddan í øllum góðum. Og um væl vildi til, fingu gøtumenn og leirvíkingar handað heiðursmerki eftir dystin. Síðan til hús.
Vøllurin inni í Vika á Argjum var leygardagin karmur um ein hin keðiligasta fótbóltsdystin í Vodafonedeildini í ár. Tað regnaði, tað var vindur, heimaliðið hevði einki at spæla fyri, meðan gestirnir løgdu lítið fyri. Tað var tað.
Áslakur varð hetjan
Áslakur R. Petersen stóð fyri einasta málinum, sum varð skotið á Argjum leygardagin. Tá seinasti triðingur restaði í av seinna hálvleiki fekk hann møguleikan á beinleiðis fríspark. Og úr 18 metra fjarstøðu sendi hann framvið manngarðinum og í málið.
Hetta var ein av teimum heilt fáu møguleikunum í dystinum. Tí liðini vóru lítið áhugaði í at seta mótstøðuliðið undir trýst. Loysnin var oftast at sparka burtur, og vóna, at liðfelagin kundi standa fyri onkrum óvæntaðum. Eingin tók ábyrgd, og tí var úrslitið, sum tað varð.
Vænta nógv næsta ár
AB og Víkingur hava bæði havt eitt frálíkt kappingarár í ár. Allan Mørkøre og John Petersen hava staðið fyri úrslitum á Argjum, sum fá høvdu væntað. Og tað eru ábendingar um, at stigini verða upp aftur fleiri í 2010. Hópurin verður hin sami, og felagið er nú so mikið væl fyri kappingarliga, at tað stendur seg í kappingini við tey stóru um leikarar.
Víkingur hevur í ár vunnið fyrstu heiðursmerkini. Gull í kappingini um løgmanssteypið, og bronsu í landskappingini. Liðið hevur verið í stórari menning hesi tvey árini, og tað er lítið at ivast í, at gøtufólk og leirvíkingar eiga eitt fótbóltslið, sum fer at bjóða teimum ovastu av í næsta kappingarári.










