Slaktið - sjóneykan á tilfeingi úr jørðini

Í morgin verður stóra afturvendandi tiltakið, Slaktið, í Tórsgøtu í Havn. Talan er um eitt ókeypis tiltak, har tey seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit úr jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, og grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum.

– Smakkiroyndir, livandi kríatúr, ølsmakking, framsýningar av landbúnaðarmaskinum, ponyríðing, tónleikur og mangt annað verður á skránni, siga fyrireikararnir.

– Sum heitið á tiltakinum vísir á, verður eisini slaktað. Eitt upplagt høvi hjá vaksnum og børnum at síggja, hvussu tilfeingið verður fingið til vega.

Allarhelst fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein heilur tarvskálvur grillaður til luttakararnar at smakka. Grillin var longu tendrað í morgun, og tarvskálvurin kom í grillina seinnapartin – og hann skal grillast í alla nátt og líka til í morgin.