Slakari fiskiskapur eftir gulllaksi

Seinastu tíðina er minni gulllaksur komin upp á land, enn tá veiðan var best í byrjanini av hesi vertíðini. Veiðan hjá teimum seks skipunum, sum hava gulllaksaloyvi, hevur í seinastuni verið heldur slakari, enn tá vertíðin byrjaði tíðliga í apríl, og skipini ta fyrstu tíðina høvdu rættiliga rokveiði.

Í byrjanini av vertíðini gjørdu skipini einar tveir góðar túrar um vikuna, har tey vóru full undir lúkurnar.

Gulllaksaveiðan hevur ikki verið vánalig, men hevur verið heldur slakari seinastu vikurnar enn annars.

Einki óvanligt er í, at veiðan er eitt sindur aftur og fram gjøgnum vertíðina, men sum oftast plagar hon at batna aftur, tá tíð er umliðin.

Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará, sum vanliga landar gulllaksaskipini, Polarhav og Stjørnuna, søgdu tey herfyri, at meðan tað í byrjanini av vertíðini tók einar 3-4 dagar at fylla skipini, tekur tað nú kanska 4-5 dagar at fáa somu nøgd ? ella eitt samdøgur meiri.

Tað er tó ikki so, at skipini, sum eru á hesi veiði, sigla við hálvari last aftur av túri. Tey hava gjarna fingið uppí, tá tey hava verið úti hesar 4-5 dagarnar.