Slakar 10 krónur oman á tímalønina

Semjan sum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála

Semingsmenn: Fróði Sivertsen, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen

##med2##

 

Og lønarhækkingin er 4,74 krónur oman á tímalønina tað fyrra árið og 4,90 krónur oman á lønina tað seinna árið.

 

Tað sigur Ansgar Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag við FM1.

 

Harumframt hava tvey fingið eina starvsaldur viðbót upp á 8 prosent.

 

Ansgar Hansen sigur, at nakrar broytingar eru gjørdar innan fyri karmin, so meira er komið upp á grundlønina, tí sigur hann, at prosentvøksturin er eitt stað í millum 3,5 og 4 prosent.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Ansgar Hansen í tíðindunum á FM1 klokkan 16.

 

----

 

Fyri løtu síðani skrivar Vinnuhúsið soleiðis:

 

Allir partar hava í dag góðtikið semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.

 

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði týskvøldið 24. mai eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.

 

Partarnir hava í dag sagt ja til semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.

 

Avtalaðu lønarhækkingarnar eru hesar:

 

1 . mai 2022 hækkar lønin 3,50%

 

1 . mai 2023 hækkar lønin 3,50%

 

Umframt hækking í lønini eru broytingar gjørdar í starvsaldrinum. Hetta merkir, at samlaði karmurin hetta tvey ára sáttmálaskeiðið  er 3,80% fyrsta árið og 4,04% annað árið.

 

Sáttmálanir og lønartalvurnar verða nú dagførdar og nærri kunning verður send tykkum seinni.

 

 

 

Semingsmenn: Fróði Sivertsen, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen