Slagið um Havnina í fyrsta umfarinum

Tey bæði stóru havnarfeløgini bresta saman longu í fyrsta umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið

Lutakast til steypakappingina í fótbólti var at síggja í 3-2 í Kringvarpinum í kvøld.

 

Lutakastið er skipað soleiðis, at fimm lið vóru í fyrsta pottinum, har tveir innleiðandi dystir verða spældir. Eftir hetta er ikki talan um styrkismeting, og tí kunnu nøkur av stóru liðunum bresta saman alt fyri eitt.

 

Og hetta hendir aftur í ár. Í fyrsta umfarinum verður talan nevnliga um grannauppgerð millum tey bæði stóru havnarfeløgini, HB og B36.

 

Til stuttleikar kann viðmerkjast, at hetta kanska eru góð tíðindi fyri tey í HB-leguni, sum halda, at tað er alt ov langt síðani, at HB seinast vann steypakappingina. Hagtølini staðfesta nevnliga, at B36 seinastu trý árini hevur tapt í fyrsta umfarinum av kappingini um løgmanssteypið, og at mótstøðuliðið hesi trý árini síðani hevur vunnið kappingina um Løgmanssteypið.

 

Lutakastið í kappingini um løgmanssteypið háttaði sær annars soleiðis:

 

1. umfar

Undrið-MB

Giza/Hoyvík-B71

 

1/8-finalur

FC Suðuroy-NSÍ

Víkingur-Skála

AB-TB

HB-B36

ÍF-Undrið/MB

Giza-Hoyvík/B71-EB/Streymur

KÍ-07 Vestur

B68-Royn