Vágaliðini hava fingið sera góð úrslit í bestu kvinnudeildini síðstu árini, og í ár hava úrslitini helst verið betri enn nakrantíð. Í løtuni liggur SÍ á øðrum plássi, meðan Dráttur er á triðja plássi, so bæði liðini liggja á heiðursmerkjaplássum.
Júst hesi bæði liðini møtast sunnudagin, tá ið SÍ tekur ímóti Drátti. Gongdin hjá sørvágskvinnum hevur verið sera góð síðstu dystirnar. Tær hava vunnið fimm dystir á rað, og hesi góðu úrslit hava fingið teir heilt fram í oddin, har tær bert eru eitt stig aftanfyri ÍF, samstundis sum tær hava leikt ein dyst færri.
Hjá Drátti hevur ikki gingið eins væl síðstu dystirnar. Tær hava verið partur av oddastríðnum í at kalla alt ár, men síðstu dystirnar er steðga eitt sindur upp. Av síðstu seks dystunum hava tær bert vunnið tveir, og tí hava tær mist týðandi fet í oddastríðnum í mun til SÍ og ÍF. Um tær ætla sær at vinna meistaraheitið, so skal dysturin ímóti SÍ vinnast.
SÍ havt takið á Drátti
Fyrsti dysturin ímillum hesi bæði liðini í ár bleiv var í grundspælinum og bleiv spældur á Giljanesi. Her gjørdist SÍ drúgvara liðið, tá teirra kvinnur vunnu 3-1. Í seinna dystinum í grundspælinum var tó vent í holuni. Nú var Dráttur oman á, og tær vunnu dystin í Sørvági 3-2, so dystirnar millum hesi bæði liðini í grundspælinum vóru rættiliga javnir.
Liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum einaferð í endaspælinum. Tá tók Dráttur ímóti SÍ, og enn einaferð eydnaðist SÍ at vinna á Giljanesi. Úrslitið var enn einaferð 3-1, so SÍ hevur fingið betur úrslit í innanhýsis dystunum ímóti Drátti í ár.
Dráttur hevur tó heilt víst fingið nakað av sjálvsáliti eftir steypasigurin seinasta vikuskiftið, so kanska tær megna at steðga sigursrøðini hjá SÍ, tá liðini møtast í Sørvági sunnudagin.