Bestu fótbóltsliðini í Suðuroynni, FC Suðuroy og TB, bresta saman í landskappingardysti í kvøld.
Bæði liðini, sum spæla í næstbestu deildini, eru við í stríðnum um uppflyting í Vodafonedeildina. FC Suðuroy er oddalið við 43 stigum. TB er nummar trý við 37 stigum.
Grannauppgerðin, sum verður spæld í Vági, byrjar klokkan 19.00.