Slagið um oddin og Havnina

Annað liðið kann missa eitt týdningarmikið fet í oddastríðnum, meðan hitt liðið kann missa sambandið við oddin, tá ið HB og B36 bresta saman í Gundadali í annaðkvøld

Í annaðkvøld verður dystur nummar 71 í ársins útgávu av Formuladeildini. Talan er um eina framskundaða grannauppgerð, sum stendur í Havnini millum HB og B36. Dysturin er framskundaður orsakað av at graslíki á ovara vølli í Gundadali skal skiftast um vikuskiftið.

Fyri HB skulu stigini brúkast til at halda sambandið við oddin, meðan B36 skal royna at renna aftaná NSÍ, sum eru trý stig á odda.


Trý lið hava møguleikan

Grannauppgerðin er dystur í 15. umfari av deildini. Í hesum umfarinum hava heili trý lið møguleikan at leggja seg á ovastu rók. Við einum stigi móti EB/Streymi sunnudagin, heldur NSÍ fast um oddasessin. Snáva teir, hava bæði B36 og EB/Streymur møguleikan at taka yvir forkunnuga plássið, sum í so fall verður avgjørt við málúrtøku.


HB skal spæla sítt spæl

Liðsformaðurin hjá HB heldur, at liðið skal inn at spæla sítt egna spæl í annaðkvøld.

- Um vit skulu hava ein møguleika víðari í kappingini, er sigurin eitt krav, sigur Jákup á Borg, og vísur á, at leikararnir hava gjørt tað trupult fyri seg sjálvar í fleiri dystum.

Jákup heldur, at tann eyka stríðsviljin altíð er til staðar í hesi grannauppgerðini.

- Soleiðis vil tað altíð vera. Hendan uppgerðin er tann størsta í landinum, og hesin dysturin hevur nógv at siga, sigur Jákup á Borg.


- Sigurin er eitt krav

Kenneth Jacobsen, liðformaður hjá B36, heldur, at sigurin er eitt krav hjá B36.

- Fyri at hanga í NSÍ er sigurin er eitt krav. Vit kunnu altíð dúva uppá eitt gott úrslit í hinari oddauppgerðini, men dysturin skal vinnast, heldur Kenneth Jacobsen, sum í dystinum móti EB/Streymi fyri fyrstu ferð í ár byrjaði á beinkinum.

Hann vil ikki avskriva meistaraheitið, um liðið nú skuldi snávað.

- Eitt tap hevði verið tungt, men tað eru nógvir dystir eftir enn, sigur Kenneth, sum ikki heldur dystin móti HB vera øðrvísi enn aðrar dystir.